Moody´s: sama skoðsmálið men útlitini eru negativ

Moody´s: sama skoðsmálið men útlitini eru negativ
Landsstýrið noyðist at fáa hallið í fíggjarlógini burtur, so skuldin hjá landskassanum minkar
Innan fyri glasveggirnar í Fíggjarmálaráðnum noyðast tey at fáa hallið burtur og skuldina niður fyri at fáa skoðsmálið positiv útlit frá Moody´s.
 
03.10.2014 - 07:23

Føroyar varðveita sítt skoðsmál, sína rating, hjá ratingarfyritøkuni Moody’s.

Aftur í ár fáa Føroyar skoðsmálið Aa3, men við negativum útlitum.

Aa3 er fjórða hægsta ratingin av 21 hjá Moody´s. 

Sambært Moody´s er styrkin í føroyska búskapinum búskaparligt sjálvstýri, støðug viðurskifti við Danmark og stórt gjaldføri, sum minkar endurfíggingarváðan.

Útlitini negativ

Men avbjóðingar eru eisini. Almenna skuldin er økt seinastu árini, búskapurin er so nógv tengdur at fiskivinnuni og fíggjarlógin hevur framvegis hall. 

Og júst hetta, at fíggjarlógin hevur havt hall síðani 2008 og skuldarbyrðan veksur, er orsøkin til, at Moody´s metir útlitini hjá Føroyum vera negativ. 

Um Føroyar megna at fáa bygnaðarliga hallið í fíggjarlógini at javnviga og minka skuldina hjá landskassanum, kann tað ávirka ratingina positiva vegin. 

Men klárar landsstýrið ikki at minka hallið í fíggjarlógini, so skuldin veksur meira enn ætlað, kann tað ávirka skoðsmálið skeiva vegin, boðar Moody´s frá. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391