Hesir kunnu blíva besti leikari í Evropa

Hesir kunnu blíva besti leikari í Evropa
Tríggir leikarar eru tilnevndir at verðar valdur besti fótbóltsleikari í Evropa
 
14.08.2014 - 17:14

Í januar mánaði varð Christiano Ronaldo valdur til besta leikara í heiminum. Nú hevur hann eisini møguleikan at vinna heiðurin í Evropa.

Umframt Christiano Ronaldo eru Arjen Robben og Manuel Neuer eisini tilnevndir.

Leikararnir verða mettir eftir, hvussu teir hava klárað seg í kappingarárinum 2013/2014.

Í fjør vann franski, Franck Ribéry, kappingina.

Um tað verður Ronaldo, Robben ella Neuer verður avgjørt 28.august í Monako, tá Champions League lutakastið eisini er á skránni.

Ein journalistur úr hvørjum UEFA-landi atkvøður. Leivur Frederiksen, ítróttarsamskipari hjá Kringvarpinum, umboðar Føroyar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. juni
Morgunlestur leygardagur 14.juni 2025
192954
Fríggjadag 13. juni
Vikuskiftið 13 juni 2025
193269
Fríggjadag 13. juni
Breddin: Støðan í Gasa
193232
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. juni
Video: 8mf, sundalagsstevna 2025
193299
Leygardag 14. juni
Video: 6mf kvinnur, sundalagsstevna 2025
193297
Fríggjadag 13. juni
Veðrið
193263