Endurtøka av 1986 og 1990

Endurtøka av 1986 og 1990
Argentina og Týskland spældu eisini HM-finalu í 1986 og 1990
 
10.07.2014 - 07:06

Argentina tryggjaði sær í gjár, fyri fyrstu ferð í 24 ár ,rættin at spæla í HM-finalu, tá suðuramerikanska tjóðin vann á Hollandi.

Bæði dysturin og umdysturin endaðu málleysir, og tí var neyðugt við brotsspørkum fyri at finna vinnaran. Argentina skoraði síni, meðan hollendararnir brendu tvey.

 

Vánaligur dystur

Tey flestu eru tó samd um, at hálvfinalan millum Argentina og Holland man vera ein hin ringasta sølulýsingin fyri fótbólti sum ítrótt.

Liðini vildu treyðugt gera stórvegis burtur úr í álopspartinum, verjuparturin skuldi fyrst og fremst røkjast. 

Danski landsliðsvenjarin,Morten Olsen, sum er viðmerkjari hjá Danmarks Radio, segði, at dysturin minti hann um HM í Italia í 1990, sum er kent sum hitt mest turrisliga HM - endaspælið nakrantíð, har verjukendur fótbóltur setti dagskránna. 

 

-Eg keddi meg so nógv, at eg plagdi at sita og lesa bløðini, meðan HM var í 1990, og tað havi eg eisini hug til meðan hesin dysturin er, segði Morten Olsen um hálvfinaluna í gjárkvøldið.

 

Undirhaldandi HM

Hildi verður annars at hendan heimsmeistarakappingin hevur verið sera undirhaldandi. 167 mál eru higartil skotin í 30 dystum, og tað er væl hugsandi at metið verður tikið, tí enn eru tveir dystir eftir,  bronsudysturin og finalan.

Metið er frá HM í Fraklandi í 1998, tá komu tilsamans 171 mál.

Leygardagin verður bronsudysturin millum Brasil og Holland. Og sunnudagin verður finalan millum Argentina og Týskland.

 

Endurtøka:

Argentina og Týskland møttust eisini í HM finalum í 1986 og 1990. 

Í 1986 vann Argentina 3-2 á Týsklandi framman fyri 114.000 áskoðarum á Estadio Azteca leikvøllinum í Meksiko.

Fýra ár seinni fingu týskararnir hevnd, tá somu lond møttust í HM finaluni í Rom. Týskland vann 1-0.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948