Arbeiðsloyvið hjá AB leikara fyri aganevndina

Arbeiðsloyvið hjá AB leikara fyri aganevndina
B68 vil royna málið fyri at vita, hvørjar avleiðingar tað fær, um arbeiðsloyvið ikki er í lagi.
Mynd: Savnsmynd  
 
08.07.2014 - 13:44

Málið um arbeiðsloyvið hjá serbiska AB verjuleikaranum, Dmitrije Jankovic, verður latið aganevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya. Tað váttar Virgar Hvidbro, aðalskrivari.

Tað var 2. juli, at Fótbóltssamband Føroya og AB fingu eina klagu um arbeiðsloyvið hjá Dmitrije Jankovic. Kæran kom frá B68 eftir 3-2 tapið móti júst AB. AB hevði til í gjár at geva hoyringsskriv - og hetta skrivið fekk FSF áðrenn freistin var úti.

Nú verður hetta sett saman við teimum upplýsingum, sum Fótbóltssambandið annars hevur, latið aganevndini seinni í dag ella í morgin, sigur Virgar Hvidbro.

Tvær vikur til viðgerðina

Aganevndin hevur vanliga 14 dagar at viðgera og koma til niðurstøðu í málum. Men í serligum førum kann freistin verða longd, um tørvur er á tí. Og okkurt bendir á, at tað verður neyðugt, tí einki førdømi, ið líkist, er í føroyskum fótbólti. 

Virgar Hvidbro upplýsir, at tá einki fordømi er, verður ofta skeitt til grannalond okkara. Bæði í Danmark og Noregi hava vit líknandi dømi.

Danska FC Keypmannahavn nýtti í fjør ein leikara ein dyst, hvørs arbeiðsloyvi ikki var í lagi. Hetta varð revsað við eini bót á 20.000 krónur. Og norska Hønefoss nýtti í 2012 ein leikara uttan kravda arbeiðsloyvið í 12 dystir. Tað varð revsað við bót á 75.000 norskar krónur. Hesi dømini tala fyri revsing við bót, meðan ongar ítróttarligar avleiðingar annars hava verið.

Niclas Davidsen, formaður í B68, vildi í farnu viku ikki avsanna, at tey við kæruni vóna at vinna dystin á skriviborðinum, sum tey annars taptu á vøllinum. Men formaðurin í B68 sigur eisini, at tey ynskja at royna málið. Tí er arbeiðsloyvið ikki í lagi, so er ógreitt, hvørjar avleiðingar tað fær - og tað kunnu tey í Fótbóltssambandinum nú kanna við hesi klaguni, soleiðis at feløgini kring landið fáa greitt at vita, hvør avleiðingin er av at nýta leikarar, hvørs arbeiðsloyvi ikki eru í lagi.

Landskappingin í fótbólti er farin í summarfrí, men B68 og AB eru beinleiðis kappingarneytar í niðurflytingarstríðnum. B68 liggur í løtuni undir niðurflytingarmarkinum við níggju stigum. AB er beint omanfyri markið, fýra stig framman fyri B68.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948