Eik vann tvær ferðir í Landsrættinum

Eik vann tvær ferðir í Landsrættinum
Annar dómurin um tryggu virðisbrøvini staðfestur. Í hinum málinum frídømdi Landsrætturin Eik Banka. Ráðgevingin var ikki ófullfíggjað
Eik Banki vann í Landsrættinum. Ráðgevingin hjá bankanum um Lehmann í 2008 var ikki skeiv
 
01.07.2014 - 09:44

Eik Banki vann bæði sakarmálini um sonevndu tryggu virðisbrøvini, sum Kaupting seldi í Føroyum, nú Eystari Landsrættur feldi dóm
í morgun.

Annar dómurin, tann í málinum, sum Sólborg Dulavík tapti í Føroya rætti, er staðfestur.

Í hinum málinum, sum Poul Michelsen vann í Føroya rætti, gevur Landsrætturin Eik Banka viðhald. 

Poul Michelsen og Sólborg Dulavík eru dømd at rinda sakarkostnaðin, bæði í Føroya rætti og í Landsrættinum, 58.000 kr. hvør.      

Eystari landsrættur sigur eins og Føroya rættur, at Eik heftir ikki fyri tryggu virðisbrøvini, sum Kaupting seldi føroyingum, hóast Eik keypti Kaupting Banka í Føroyum í 2007. 

Ráðgevingin ikki ófullfíggjað

Men Føroya rættur segði, at Poul Michelsen skuldi hava 318.000 kr. í endurgjaldi umframt rentu, tí ein ráðgevi hjá Eik Banka í 2008 ikki ávaraði hann móti virðisbrøvunum í Lehmann Brothers, sum tá var farin at ridla. 

Tann 14.juli í 2008 mælti ráðgevin Poul Michelsen til ikki at sleppa sær við virðisbrøvini. Tveir mánaðir seinni fór Lehmann á heysin.

Føroya rættur segði, at ófullfíggjaða ráðgevingin, sum Poul Michelsen fekk frá Eik Banka, gjørdi, at hann misti sínar pengar. 

Og Eik heftir fyri sín ráðgeva og skuldi tí gjalda Poul Michelsen 318.000 kr. og 33.000 kr. í sakarkostnaði, segði Føroya rættur.

Men Eystari Landsrættur sigur nú, at ráðgevingin hjá Eik Banka var ikki ófullfíggjað. Ikki bar til at siga, at støðan hjá Lehmann var so hættislig, tí ratingin hjá bankanum var góð tá.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678