Eftirlitið kostar tvær milliardir

Eftirlitið kostar tvær milliardir
Tað fer at kosta tvær milliardir at hava felags europeiskt eftirlit við bankunum
Stjórnin í Europeiska tjóðbankanum avmyndað á fundi í Brússel.
 
01.06.2014 - 09:50

Europeiski miðbankin, ECB, sigur seg rokna við, at felags europeiska bankaeftirlitið fer at kosta 2 milliardir kr. í 2015.
Í november tekur miðbankin við eftirlitinum av 130 fíggjarfyritøkum, sum eru tær størstu í Europa. Tað eru fyritøkurnar sjálvar sum skulu rinda fyri eftirlitið.

Endamálið við felags bankaeftirlitinum er, at forða fyri at vit aftur fáa eina fíggjarkreppu, sum nú tykist at vera við at hasa av aftur.
Danmark hevur ikki enn tikið støðu til, um landið verður við í samstarvinum, men londini sum ikki eru við í evrusamstarvinum hava fingið tilboð um tað.
Danski búskapar- og innanríkisráðharrin, Margrethe Vestager sigur, at donsku bankarnir skulu ikki rinda fyri tvey eftirlit.
Hon sigur, at fer Danmark uppí samstarvið, so er tað nóg mikið, at danska fíggjareftirlitið kannar bankarnar, og síðani letur europeiska miðbankan góðkenna úrslitið.

Ein uppgerð hjá ES vísir, at londini hava nýtt 1500 milliardir evrur, fyri at forða fyri at peningarenslið steðgaði upp, tá kreppan kom.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. juni
Kallið:"Lívið er ein ferð".
193227
Leygardag 14. juni
Morgunlestur leygardagur 14.juni 2025
192954
Fríggjadag 13. juni
Vikuskiftið 13 juni 2025
193269
Nýggjastu sendingar í SV