Hvassar átalur um Vinnumálaráðið og SSL

Hvassar átalur um Vinnumálaráðið og SSL
Løgtingsgrannskoðararnir í øðini um handfaringina av pengaviðurskiftunum hjjá Strandferðsluni í fjør. Hava skrivað hvassar niðurstøður
Løgtingsgrannskoðararnir geva ilt av sær um roknskapin hjá SSL í fjør
 
01.05.2014 - 14:44

Tað líkist ongum, at samskiftið millum Strandfaraskip landsins (SSL) og landsstýrismannin í vinnumálum og umsiting hansara tykist óskipað, ógreitt og skiftandi.

Tað siga løgtingsgrannskoðararnir í viðmerkingum sínum um roknskapin hjá Strandferðsluni í 2013. 

Tað er als ikki nøktandi, at roknskaparviðurskiftini hjá SSL hava verið ógreið.

Og løgtingsgrannskoðararnir átala hvassliga, at landsstýrismaðurin í vinnumálum ikki kunnaði løgtingið ella bað um eykajáttan, hóast hann visti, at játtanin hjá SSL ikki fór at halda.  

Eisini verður hvassliga átalað, at Vinnumálaráðið ikki gjørdi meira fyri at  fáa viðurskiftini í rætt lag, tá ráðið í oktober í 2013 sigur seg ikki hava álit á tølunum hjá SSL, og at ráðið kortini góðkennir greinaroknskapin uttan viðmerkingar.

Hvørki leiðslan, landsstýrismaðurin ella aðalráðið handfóru játtanar- og fíggjarviðurskiftini rætt. 

Og løgtingsgrannskoðararnir leggja afturat, at teir áttu at fingið tað at vita alt fyri eitt, at landsstýrismaðurin hevði biðið um serliga grannskoðanarfrágreðiing um SSL. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. juni
Kallið:"Lívið er ein ferð".
193227
Leygardag 14. juni
Morgunlestur leygardagur 14.juni 2025
192954
Fríggjadag 13. juni
Vikuskiftið 13 juni 2025
193269
Nýggjastu sendingar í SV