EB/Streymur vendi øllum

EB/Streymur vendi øllum
EB/Streymur vendi 0-3 til 4-3, tá fáir minuttir vóru eftir av dystinum. EB/Streymur er áttanda árið á rað í hálvfinaluni í steypakappingini
 
27.04.2014 - 19:52
EB/Streymur gjørdi eitt flott comeback, tá teir í dag vendu øllum á høvdi í seinastu minuttunum.
 
Alt bendi á, at NSÍ skuldi fara víðari, tí tá 78 min. vóru spældir, var NSÍ á odda 3-0.
 
Men upp á góðar tíggju minuttir vendi EB/Streymur einum sera undirhaldandi dysti.
 
Neyðugt varð við umdysti, og har skoraði Arnbjørn Hansen avgerandi málið, tá 95 minuttir vóru farnir.
 
Úrslitini í fjórðingsfinalunum um Løgmannssteypið:
 
EB/Streymur - NSÍ 4-3 (0-2)
 
AB - HB 0-2 (0-1)
 
Víkingur - KÍ 3-0 (1-0)
 
B68 - ÍF (útsettur)
 
Lutakastið um hálvfinalurnar verður í 3-2 mánakvøldið
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083