Føroyingar verandi í fólkatinginum

Føroyingar verandi í fólkatinginum
Tríggir flokkar í løgtinginum eru tó samdir um, at føroyingar hava einki at gera í fólkatinginum.
Higar hava føroyingar ørindi, so leingi breið semja ikki er um annað í Føroyum, sigur meirilutin í løgtinginum
 
24.04.2014 - 11:00

Tjóðveldi og Framsókn taka undir við Sjálvstýrisflokkinum, sum vil hava løgtingið at biðja landsstýrið heita á donsku stjórnina um at strika føroysku umboðanina í fólkatinginum næstu ferð, grundlógin verður dagførd. Men uppskotið verður felt í løgtinginum.

Meirilutin í Uttanlandsnevndini, samgongan og Javnaðarflokkurin, sigur, at skal ríkisrættarliga skipanin broytast, skal breið semja vera um tað í løgtinginum. Eitt uppskot til samtyktar frá einum flokki er ov lítið, sigur meirilutin.

Og so leingi fólkatingið hevur ræðið á málsøkjum í Føroyum, er umráðandi, at føroyingar hava fólk í fólkatinginum, sigur meirilutin í Uttanlandsnevndini. 

So leingi verandi ríkisrættarliga støða er galdandi, eiga vit at virða rættin at velja tvey umboð á fólkating, halda Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin og Miðflokkurin. Teir mæla beinleiðis løgtinginum til at fella uppskotið hjá Sjálvstýrisflokkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815