Løgmaður bakkar

Løgmaður bakkar
Løgmaður hevur biðið Rættarnevndina strika loggingina í avlurtingarpakkanum
 
23.04.2014 - 09:34

Løgmaður bakkar nú í málinum um avlurtingarpakkan.

Í gjárkvøldið bað hann Rættarnevndina hjá løgtinginuim um at strika umstríddu heimildina til at skráseta og goyma telesamskiftisupplýsingar hjá øllum borgarum í landinum

- Fyri at fyribyrgja meira øsing orsakað av óvissuni um logningarreglurnar, hevur løgmaður saman við danska Løgmálaráðnum avgjørt at mæla Rættarnevndini til at strika grein 779H í uppskotinum í fyrstu syftu, skrivar løgmaður í broytingaruppskoti sínum.

Samstundis skrivar løgmaður, at heimildin at seta í verk massalogging kann setast inn aftur í rættargangslógina, tá danir eru lidnir at endurskoða sínar skrásetingarreglur, soleiðis sum ætlanin er eftir úrskurðin hjá ES-dómstólinum herfyri. Úrskurðurin sigur, at tann sera víðfevnda skrásetingin av øllum borgarum er brot á grundleggjandi rættin til privatlív. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815