Ættleiðingargølur minna um barnahandil

Ættleiðingargølur minna um barnahandil
Gølurnar bólta úr donsku ættleiðingarskipanini. Fíggjarligt rót, barnahandil og eydnuleys børn.
Ættleiðingargølurnar bólta úr skápunum.
 
10.03.2014 - 11:41

Gølurnar raka í hópatali ættleiðingarskipanina í Danmark. Aftan fyri liggur fíggjarligt rót, barnahandil og eydnuleys børn og biologisk foreldur, sum ikki fingu møguleikan at liva saman.

Kortini lata politikarar ørskapin halda fram.

Tað skrivar Aniella Bonnichsen, psykoterapeutur og rithøvundur, í danska blaðnum Information.

AC Børnehjælp

Fyrr í ár misti AC Børnehjælp rættin at miðla ættleiðing. Atvoldin var fíggjarligur hurlivasi. Men fríggjadagin boðaði danski almannaráðharrin frá, at ein tvørpolitisk neyðsemja er gjørd. Nú kann felagsskapurin fara undir aftur arbeiðið við ættleiðing.

”Tað snýr seg fyrst og fremst um at tryggja, at mongu familjurnar, sum standa á bíðilista, ikki koma illa fyri,” sigur danski almannaráðharrin, Manu Sareen.

Barnahandil

Aniella Bonnichsen setur spurnartekin við, hvussu leingi tað verður friður á ættleiðingarmarknaðinum. Tí longu mánadagin frættist um eina nýggja ættleiðingargølu.

Eitt barnaheim í India, sum hevur latið fleiri hundrað børn til Danmarkar, er skuldsett fyri barnahandil. Føroysk ættleiðingarforeldur fáa síni børn umvegis ættleiðingarfeløg í Danmark.

”Spurningurin er, um danska ættleiðingarskipanin stendur at bjarga. Talan er um fíggjarligan hurlivasa, stolin børn, feilir í nógvum málsviðgerðum, og fleiri hundrað møgulig ættleiðingar foreldur á bíðilista, sum ikki vita, um tey eru keypt ella seld.”

”Politikararnir eiga at seta sær spurningin, hví tað er vorðið so kostnaðarmikið at ættleiða, og hvørjum skipanin kemur tilgóðar,” sigur Aniella Bonnichsen, psykoterapeutur og rithøvundur, millum annað í Information.

Kelda: Information

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. juni
Kallið:"Lívið er ein ferð".
193227
Leygardag 14. juni
Morgunlestur leygardagur 14.juni 2025
192954
Fríggjadag 13. juni
Vikuskiftið 13 juni 2025
193269
Nýggjastu sendingar í SV