Gransking: Kálk í kostinum fyribyrgir fiti

Gransking: Kálk í kostinum fyribyrgir fiti
Fært tú nóg mikið av kálki í kostinum, kanst tú eisini sleppa undan at gerast ov feitur. Tað vísir nýggj gransking, har 7.569 vórðu kannað
Kálk í mjólkarúrdráttum kann fyribyrgja fitiinnihaldið í kroppinum, er niðurstøðan í nýggjari gransking. 7.569 fólk vórðu kannað
Mynd: stock.xchng

06.03.2014 - 19:00

- Vit hava prógvað, at tað er samanhangur millum kálk í matinum hjá fólki og fiti, sigur Sofus C. Larsen, granskari á Institut for Sygdomsforebyggelse á Frederiksberg Hospital.

Dámar tær mjólk, ost og smør, kanst tú fegnast. Nýggj gransking vísir, at fært tú nóg mikið av kálki í matinum, eru sannlíkindini eisini minni fyri, at tú verður feit ella feitur um miðjuna.

Tað er høvuðsniðurstøðan, sum eitt lið av granskarum eru komnir fram til í danskari gransking, har 7.569 fólk vórðu kannað, skrivar videnskab.dk

Mjólkarúrdráttir ikki nýtast sum klænkingarkurur

- Sum heild prógvar okkara gransking, at tað er ymiskt, júst hvussu kálk ávirkar fitiinnihaldið hjá fólki, sigur Sofus C. Larsen, granskari.

Eitt er tó heilt greitt. Fólk, ið ikki fáa nóg mikið av kálki í mjólkarúrdráttum, eru í størri vanda fyri at gerast feit um miðjuna er høvuðsniðurstøðan í granskingini.

Tískil skal tað ikki skiljast sum at mjólkarúrdráttir skulu nýtast sum ein klænkingarkurur. Granskingin prógvar, at tað er ójavnt, í hvønn mun kálk í mati ávirkar fita hjá fólki.

Kálk í osti best

Tað er munur á í hvørjum mati tú fært kálk gjøgnum føðina, kemur fram í granskingini. Kálk, sum er í osti, hevur betri árin enn kálk í mjólk og smøri, vísa granskingarúrslitini.

- Hetta hongur saman við tarmskipanini hjá fólki. Calcium í osti er betri, tí feittið í osti verður betri skilt út í tarmunum, sigur Sofus C. Larsen, granskari.

Granskingarliðið vónar, at nýggju granskingarúrslitini kunnu byrta undir, at enn meira verður gjørt við at kanna árinini, mjólkarúrdráttir kunnu hava á heilsuna hjá fólki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. mars
Morgunlestur hósdagur 5. mars 2026
204719
Mikudag 4. mars
Femininomen, FMA og Tomas Espedal
205135
Mikudag 4. mars
Skratsj 4. mars 2026
205123
Mikudag 4. mars
Eitt korter við klassiskum
205122
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959