Villleiðandi marknaðarføring

Villleiðandi marknaðarføring
Vágaportalurin hevur kært nýggja portalin hjá Miðlahúsinum, in.fo, til brúkaraumboðið
 
22.10.2013 - 09:38

Stríð hevur tikið seg upp millum netmiðlarnar í Føroyum. Vágaportalurin hevur kært nýggja portalin hjá Miðlahúsinum, in.fo, til Brúkaraumboðið.

Tað er gjørt, tí Miðlahúsið, sambært blaðstjóranum á Vágaportalinum, Ólavi í Beiti, brúkar villleiðandi og misvísandi tøl í sínari marknaðarføring um sín egna tíðindasíðu.

Tað skrivar triði portalurin, portal.fo, ið eisini hevur tosað við blaðstjóranum á Vágaportalinum.

Stríðið millum netmiðlarnar snýr seg um vevmátingarlistan, ið skrásetur, hvussu nógv vitjað teir ymisku portalarnar.

Bæði Vágaportalurin, in.fo, portal.fo og heimasíðan hjá Norðlýsinum hava seinasta samdøgrið skrivað um trætuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 10. juni
Skratsj 10. juni 2026
209530
Mikudag 10. juni
Morgunlestur mikudagur 10.juni 2026
209282
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458