- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Leggur saksin á hillina og verður ungdómsráðgevi hjá Heimamissiónini
23-02-2024
- Hetta hevur leingi verið ein dreymur, sigur Kartin Høgnesen, sum tó ikki útilokar, at hann vendir aftur til hárfríðkan seinni
Eftir at hava rikið sína egnu hárfríðkanarstovu í 20 ár, fer leirvíkingurin Kartin Høgnesen nú at taka við nýggjum starvi. Hann er settur sum ungdómsráðgevi hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.
Talan er um fulltíðarstarv, ið eitt nú snýr seg um at menna ungdómsleiðarar og at styrkja ungdómsarbeiðið kring landið.
Tað eru fleiri, ið halda tað vera keðiligt, at tey nú missa sín fasta frisør, sigur Kartin flennandi. Men tað eru nógvir góðir frisørar í Føroyum, so tað man fara at ganga, leggur hann aftrat.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, sangkapping, Tórshavnar Kamarkór, barnasøga um Norðurlond, jólasøgan
20-12-2024
Veðrið, brot úr Føroya søgu, tunlarnir norður um fjall, við báti gjøgnum Caledonia-kanalina
19-12-2024
Myndugleikarnir hava sett nýggj og strangari krøv til svimjilærarar í fólkaskúlunum
11-12-2024
Ílegumunur millum føroyingar og íslendingar, mannarættindi, neytøkutilbúgving og dómaraeygleiðari
10-12-2024
Brot úr Føroya søgu, veðrið, Prosjekt Brynja, Bezzerwizzer, Hetta heilaga evangeliið skrivar
05-12-2024