VIT: Kringvarpsappin til børnini

Um KVFTænasta
VIT: Kringvarpsappin til børnini
Spurningar, ið ofta verða settir
 
25.05.2023 - 11:12

Hvat er VIT-appin?  

  • Kom við inn í barnaheimin hjá Kringvarpinum! Á VIT-appini finnur tú allar barnasendingar, sum Kringvarpið hevur rættindi til at leggja á netið. Í løtuni finnur tú bara sjónvarpsrøðir í appini. Men vónandi verður tað ikki leingi, til góðu søgurnar í útvarpinum eisini eru at finna í appini.  

 
Hvar finni eg appina?  

  • Tú finnur VIT-appina í Google Play Store (Android) og í App Store (iOS). Appin er í fyrstu sniðgjørd til telefon og teldil, og tí er appin eitt nú ikki at finna í App Store á AppleTV og Google Play á AndroidTV. Appin er ókeypis at taka niður. Inni í app-handlinum skalt tú skriva "KVF VIT" í leititeigin, og síðani kemur fitta Kuldakrákan fram. Tak appina niður, og so er klárt at hyggja.

 

Hvørjar eindir kunnu taka appina niður?  

  • Telefonir, teldur og teldlar við netsambandi og við atgongd til App Store og Google Play Store kunnu taka appina niður. 

 

Skal eg rita inn ella stovna brúkara fyri at brúka appina?  

  • Nei, tað er ikki neyðugt at stovna sær ein brúkara ella rita inn fyri at brúka appina.

 
Riggar Chromecast við appini?  

  • Ja, VIT-appin hevur Chromecast-funku. 

 
Eg finni ikki ta sendingina, sum eg leiti eftir?  

  • Ovarlaga á forsíðuni í appini eru allar sendingarnar í bókstavarað. Fyrst frá A-K og síðani K-Z. Har sært tú allar sendingar, sum eru tøkar.

 
Kann eg síggja tilfar á appini, tá ið eg eri uttanlands?  

  • Tær sendingar, sum eru tøkar, og sum Kringvarpið hevur framleitt, eru at síggja í appini – eisini, tá tú ert í øðrum londum. Men tíverri hava vit bert rættindi at vísa tilfar frá útlendskum framleiðarum í Føroyum, og tí er ikki møguligt at síggja tær sendingarnar, tá tú ert staddur uttanlands.  

 
Hevur tú tekniskar trupulleikar?  

  • Tað kunnu vera tekniskir trupulleikar knýttir at eind ella netsambandi. Tí er tað ofta eitt gott hugskot at royna til dømis Chromecast á øðrum appum sum t.d Netflix, Youtube o.tíl. Eisini kann tað vera eitt gott hugskot at dagføra stýrisskipina á tí eindini, sum hevur trupulleikarnar. 

 
Hvussu við kennifílum?

  • VIT-appin hvørki savnar ella deilir dátur um brúkaran. Appin minnist, hvørjum tilfari brúkarin hyggur at, og til tað verða dátur samlaðar lokalt, men tær verða ikki deildar við triðjapart. Um onkur trupulleiki stendst, og appin frystir ella slóknar, kunnu dátur verða savnaðar og sendar víðari til mennaran í eini roynd at loysa trupulleikan. Men í tí føri snýr tað seg einans um, hvat útgávunummar appin hevur, og hvat útgávunummar telefonin hevur. 

 

Hevur tú framvegis trupulleikar, ella hevur tú ein tøkniligan fyrispurning, kanst tú senda okkum ein teldupost á kt@kvf.fo.

Tú kanst eisini lesa meira um stroyming og heimasíðu her

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. mai
LEITISSTEIN 21.05.2024 (Týr)
175393
Týsdag 21. mai
Samværi 036 - at útseta
175144
Týsdag 21. mai
Góðan morgun Føroyar 21.05.24
175349
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Hvítusunna: Derhard Jógvansson
175303

Um kvf css