Yngri læknar mótmæla

Yngri læknar mótmæla
At starvið sum læknastjóri á Landssjúkrahúsinum verður niðurlagt, og at eingin lækni er í sjúkrahússtjórnini. Um viðurskiftini ikki koma í rættlag, so verður umhugsað at seta tiltøk í verk, siga yngru læknarnir
 
02.10.2013 - 13:14

Yngri Læknar í Føroyum mótmæla harðliga, at læknastjórastarvið á Landssjúkrahúsinum verður niðurlagt í óðum verkum.

Yngri læknar kunnu als ikki góðtaka, at ein lækni ikki er umboðaður í sjúkrahússtjórnini.

Eisini verður mótmælt háttinum, sum hetta tiltakið er framt. Eingin kunning er komin frá Heilsumálaráðnum til Læknafelagið og læknarnar á Landssjúkrahúsinum um ætlanirnar at niðurleggja læknastjórastarvið, skriva yngru læknarnir í eini yvirlýsing.

Eitt sjúkrahús kann ikki vera uttan læknar. Og eitt sjúkrahús kann ikki rekast skynsamt uttan at læknarnir eru umboðaðir í sjúkrahússtjórnini.

Tískil má tað tryggjast, at læknafakið er ein partur av leiðslutoyminum á Landssjúkrahúsinum - alt annað er vitleyst.

Tað verður ikki góðtikið, at myndugleikin bera seg undan við at siga, at tað er trupult at fáa nýggjan læknastjóra fyri fráfarna.

Heilsumálaráðið má og skal tryggja, at hesi viðurskiftini koma í rættlag.

At hálvavegna blaka læknafakið úr stjórnini á Landssjúkrahúsinum kemur at elva til, at sjúkrahússtjórnin fer ikki at hava nøktandi innlit í sjúkuviðurskifti og fer harvið heldur ikki at hava nøktandi innlit í hvørjar atgerðir skulu gerast fyri at tryggja eitt gott viðgerðarstøði fyri sjúklingarnar.

Læknastjórin skal tryggja, at viðurskiftini hjá læknunum á Landssjúkrahúsinum eru góð og stabil, til frama fyri eini áhaldandi tilgongd av læknum at røkja viðgerðina av sjúklingunum í Føroyum.

Yngri Læknar í Føroyum krevja at fáa nøktandi kunning frá Heilsumálaráðnum.

Um viðurskiftini ikki koma í rættlag, so verður umhugsað at seta tiltøk í verk.

Skrivið er sent til Heilsumálaráðið, læknar á Landssjúkrahúsinum, leiðsluni á Landssjúkrahúsinum og fjølmiðlum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. mai
Jambalaja - 170525
191991
Leygardag 17. mai
Upp á tá - 160525
191988
Leygardag 17. mai
Morgunlestur leygardagur 17. mai 2025
191673
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
191963
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
191959
Fríggjadag 16. mai
Útilív 5:6 - teknmálstulkað
191887
Fríggjadag 16. mai
Útilív 4:6 - teknmálstulkað
191955