Assad: Vit hava kemisk vápn

Assad: Vit hava kemisk vápn
Sýriski forsetin sigur, at tað fer at taka eitt ár at beina vápnini burtur
 
19.09.2013 - 11:16

Sýriski forsetin, Bashar al-Assad, viðgongur, at stýrið hevur kemisk vápn, men at hann er til reiðar at beina tey burtur. Tað sigur hann í samrøðu við Fox News.

Forsetin sigur, at tað fer at taka eitt ár og kosta eina milliard dollarar at beina tey burtur.

Álopshóttan onga ávirkan

Assad vísir aftur, at tað er hóttanin frá USA um álop sum ger, at landið nú er sinnað at lata kemisku vápnini av hondum.

USA vil vera við, at sýriska stjórnin brúkti kemisk vápn móti fólkinum í einum álopi í Damaskus fyri einum mánaði síðani. 1400 fólk doyðu. Ein frágreiðing hjá ST staðfesti um dagarnar, at nervagassið sarin varð brúkt í álopinum í Damaskus.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. desember
Jambalaja - 131225
201467
Leygardag 13. desember
Vikugesturin: Hetta kann eg ikki liva við
201465
Leygardag 13. desember
Vikan 13. desember 2025
201459
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424
Hósdag 11. desember
Veðrið
201388
Hósdag 11. desember
Christian Matras - hvat gat eg sagt (1:2)
201392