Fólkaheilsuráðið leitar eftir diabetes-sjúklingum

Fólkaheilsuráðið leitar eftir diabetes-sjúklingum
1000 føroyingar hava sjúkuna, uttan at vita tað. Fólkaheilsuráðið leitar eisini eftir teimum, sum hava roykjaralungu
 
12.09.2013 - 10:28

Í næstu vikur fer Fólkaheilsuráðið undir KOL / Typa2 diabetes-átakið 2013 kring landið. Átakið verður gjørt, tí at mett verður, at tað ganga einir túsund føroyingar við typu2 diabetes, uttan at vita tað. Hetta verður staðfest í diabeteskanning, sum endaði í mai mánaði í ár.

Finna fólkini

Fólkaheilsuráðið hevur sett sær fyri at finna hesi fólkini, sum ikki vita av, at tey eru á vandaleið. Talið fer ivaleyst at vaksa næstu árini, samstundis sum støðugt fleiri og eisini yngri fólk fara at fáa sjúkuna.

Hetta slagið av diabetes er nær tengt at lívshátti, eitt nú ov lítil rørsla, skeivur kostur og yvirvekt. Ættarbregði hevur eisini týdning, eins og ávís sløg av heilivági kunnu økja um vandan fyri at fáa sjúkuna. Typu2 diabetikarar eru í vanda fyri at fáa ymisk tilsløg og fylgisjúkur.

Roykjaralungu

Ráðið hevur eisini sett sær fyri at finna teir roykjarar, sum hava KOL (kronisk obstruktiv lungnasjúka), ella “roykjaralungu”, sum tað eisini verður nevnt. Henda sjúka hevur við sær álvarsligar heilsuligar avleiðingar fyri tey, sum fáa hana.

Royking er atvoldin til 85-90 av øllum tilburðum av KOL. Vandin fyri at fáa KOL er tengdur at teimum sokallaðu pakkaárunum. Eitt pakkaár er 20 sigarettir um dagin í eitt ár. Umframt royking kann arbeiðsumhvørvi eisini í ein ávísan mun hava við sær KOL.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. mai
Bolero
192020
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta í Leirvíkar kirkju
192015
Sunnudag 18. mai
Kallið: "Tað bar á mál".
191902
Leygardag 17. mai
Jambalaja - 170525
191991
Leygardag 17. mai
Upp á tá - 160525
191988
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. mai
Andakt
192017
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta úr Leirvíkar kirkju
192018
Sunnudag 18. mai
FM í estetiskum fimleiki 2025
192023
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
191959