Erna verður helst nýggjur forsætisráðharri

Erna verður helst nýggjur forsætisráðharri
Alt bendir á, at borgarligu flokkarnir fara at vinna stórtingsvalið í dag
Norðmenn vilja hava Ernu Solberg til nýggjan forsætisráðharra
 
09.09.2013 - 09:01

Stórtingsval er í Noreg í dag, og allar veljarakanningar benda á, at Erna Solberg, úr flokkinum Høgra, fer at vinna valið. Jens Stoltenberg úr Arbeiðaraflokkinum hevur verið forsætisráðharri í átta ár, og tí fara norðmenn væntandi at vraka hann.

Kortini eru nógvir norðmenn sum ikki hava tikið endaliga støðu, og Arbeiðaraflokkurin roynir til tað seinasta at fáa atkvøðurnar frá teimum umleið 700.000 veljarunum, sum siga seg ikki hava tikið støðu.

Norðmenn hava alt

Valstríðið hevur ikki verið serliga lívligt. Orsøkin til tað er, at oljan hevur givið norðmonnum mestsum alt, teir vilja hava, og norska fólkið er nøgt.

Miðlarnir tykjast eisini samdir um, at vinna Erna Solberg og Høgriflokkurin valið, so er tað ikki tí ,at norðmenn eru misnøgdir við Jens Stoltenberg, men heldur vilja hava nýggj andlit í stjórnarbygningin.

Jens Stoltenberg megnaði at stýra Noregi uttan um búskaparkreppuna, sum rakti meginpartin av Evropa. Men tað tykist ikki, sum hansara orð um uppaftur størri vælferð rína við fólk longur. Borgarligi vongurin hevur rikið valstríð við at lova at lækka skattin, seta fleiri kvrøv til skúlarnar og gera tað lættari hjá privatum sjúkrahúsum at virka.

Borgarligir flokkar ósamdir

Tað kann gerast lættari sagt enn gjørt hjá Ernu Solberg at skipa stjórn, tí hinir báðir borgarligu flokkarnir, Kristiligi Fólkaflokkurin og Framburðsflokkurin, eru rúkandi ósamdir í flestu málum.

Tí hevur Jens Stoltenberg eisini boðað frá, at hann er fúsur at halda fram sum forsætisráðharri, um borgarligu flokkarnir ikki kunnu semjast um eina samgongu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. mai
Bolero
192020
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta í Leirvíkar kirkju
192015
Sunnudag 18. mai
Kallið: "Tað bar á mál".
191902
Leygardag 17. mai
Jambalaja - 170525
191991
Leygardag 17. mai
Upp á tá - 160525
191988
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. mai
Andakt
192017
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta úr Leirvíkar kirkju
192018
Sunnudag 18. mai
FM í estetiskum fimleiki 2025
192023
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
191959