Gott úrslit hjá Eik Banka

Gott úrslit hjá Eik Banka
Eik Banki hevði fyrra hálvár avlop uppá 44,6 milliónir krónur eftir skatt
Útlánini hjá Eik Banka er eitt vet lægri, men innlánini eru hægri.
 
22.08.2013 - 14:09

Fyrra hálvár hevur hilnast væl, staðfestir Súni Schwarts Jacobsen, forstjóri í bankanum. Hann sum roknar við einum avlopi upp á millum 60 og 90 milliónir krónur, tá hetta árið er av.

Fyri skatt var úrslitið 54,4 milliónir krónur og hálvársroknskapurin javnvigaði við 7,0 milliardum krónum.  Eginpeningur bankans var 1,2 milliardir krónur.

Størri innlán

Eik Banki upplýsir, at útlánini, sum vóru 4,7 milliardir krónur, eru eitt vet lægri enn við ársenda í fjør, og at innlán bankans framvegis økjast, og eru nú áleið 10 milliónir krónur hægri enn við ársskiftið.

Solvensurin hjá bankanum er 23,2 prosent og likvideturin áleið fýra ferðir lógarkravda minstamarkið, sigur Eik Banki í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659