Felagsskapur roynir boykotta íslendskar fiskavørur

Felagsskapur roynir boykotta íslendskar fiskavørur
Stóri altjóða alnetsfelagsskapurin, AVAAZ.org, arbeiðir av øllum alvi at steðga íslendsku hvalaveiðuni eftir nebbafiski
Stórur alnetsfelagsskapir roynir at steðga íslendsku hvalaveiðuni.
 
16.08.2013 - 10:25

Í hesi vikuni byrjaðu íslendingar veiðuna eftir nebbafiski, og tað hóvar ikki hesum stóra netfelagsskapinum.

AVAAZ-felagsskapurin vísir á, at hóast royndir at fáa hollendingar ikki at skipa og keypa hvalatvøst, so er tað ikki eydnast. Íslendingar halda fram ótarnaðir.

Boykotta handilsketu
Men nú sigur AVAAZ-felagsskapurin seg hava funnið eina loysn. Tey fara at boykotta stóru týsku handilsketuna, EDEKA. Hendan handilsketan selir fiskavørur hjá íslendskum felag, sum hevur tætt tilknýti til íslendsku hvalaveiðuna (HB Grandi).

- Hvalaveiðumenninir kunnu veiða 180 nebbafiska í summar, so vit noyðast at skunda okkum. Tá vit hava fingið 150.000 undirskriftir, fara vit at mótmæla uttan fyri høvuðsskrivstovuna hjá EDEKA, sigur felagið.

AVAAZ.org heitir á keyparar, um ikki at keypa fiskavørur frá Deutsche See og Iceland Seafood

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313