ES vil yvirtaka føroyska loftrúmið

ES vil yvirtaka føroyska loftrúmið
Loftrúmið á okkara leiðum skal vera við í felags evropiska loftrúminum. Tað ætlar ES. Men danska Ferðsluráðið hevur boðað ES-nevndini frá, at tað góðtekur danska stjórnin ikki
ES vil yvirtaka føroyska loftrúmið.
 
13.08.2013 - 10:11

ES er í ferð við at endurskoða loftrúmið yvir Evropa, tí flogferðslan er vorðin so nógv og tí er vorðið trongligt í luftini.

ES hevur skrivað í fyriskipanina um loftrúmið, at hon er eisini galdandi fyri norðuratlantshavið, so sum Føroyar og Grønland.

Men sambært grønlendska Kringvarpinum, KNR, hevur Danmark boðað ES-nevndini frá, at tað góðtekur danska stjórnin ikki, tí Føroyar og Grønland eru ikki í ES, sigur Keld Ludvigsen, varastjóri í Trafikstyrelsen, við KNR.

Í Føroyum hevur í nógv ár verið tosað um at yvirtaka loftrúmið yvir Føroyum.  

Løgtingið samtykti í fjør vár, at landsstýrið skal útgreina og kanna møguleikarnar fyri at yvirtaka loftrúmið yvir Føroyum til føroyska umsiting, og síðani taka upp samráðingar við ríkisstjórnina um yvirtøku og leggja lógaruppskot fyri løgtingið um at skipa føroyskt loftrúmseftirlit.

Ein føroyskur-danskur arbeiðsbólkur varð settur at kanna, um hetta ber til. Hann er ikki liðugur enn.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523