Sjagaklettur skal partrola við Vesturleika

Sjagaklettur skal partrola við Vesturleika
Sjagaklettur skal framyvir partrola við Vesturleika eftir makreli. Hetta skrivar Vágarportalurin
Vesturleiki fer nú at partrola við Sjagakletti.
Mynd: www.skipini.fo  
 
07.08.2013 - 11:50

Sjagaklettur partrolaði við Gullberg, sum herfyri sakk norðanfyri Føroyar. Tískil var tørvur á at finna nýtt skip, ið Sjagaklettur kundi partrola við, og tað bleiv so Vesturleiki.

Vesturleiki, sum er heimahoyrandi í Sørvági, hevur fiskað 500 tons av makreli higartil í ár.

Sjagaklettur hevur júst verið á sleipistøð til kanningar í kjalavørrinum á, at Gullberg sakk. Men sambært tí, sum VP skilir, so var einki óvanligt við trolaranum.

Tað er enn ikki greitt, hví Gullberg sakk, heldur ikki er greitt, nær sjóforhoyr verður.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363