Stór atsókn móti islamistum í Tunis

Stór atsókn móti islamistum í Tunis
Tunesiski herurin boðar frá, at ein stór hernaðaratsókn er í gongd móti einum bólki av islamistum á markinum til Algeria
Tunesiskar herdeildir eru í løtuni í gongd við at niðurberja ein militantan islamistiskan bólk, sum er mistonktur fyri at hava dripið átta hermenn fyrr í vikuni.
 
02.08.2013 - 12:18

Umboð fyri tunesiska herin sigur, at atsóknin fer fram í sama øki, sum átta hermenn vórðu dripnir fyrr í vikuni. Talan er um eitt rættiliga fjarskotið øki, har tunesiskar deildir hava roynt at bart niður militantar islamistar síðani desember í fjør.

Kringsettir
- Bardagarnir eru í gongd. Yvirgangsbólkurin er kringsettur. Annaðhvørt geva teir seg yvir ella verða teir dripnir, sigur ein tunesisk hernaðarkelda við AFP.

Bardagarnir fara fram uttan fyri býin Kasserine við Chaambi-fjallið, har átta hermenn mánadagin vórðu funnir skornir á háls.

- Vit byrjaðu eina stóra atsókn tíðliga í morgun bæði við hermonnum á jørðini og flogførum og tyrlum, sigur ein umboðsmaður hjá herinum við útvarpsstøðina, Mosaqique.

Síðan kollveltingina í Tunis  í januar 2011 eru muslimskir bólkar vorðnir nógv virknari í landinum.

Kelda: AFP, Kristeligt Dagblad
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. desember
Jambalaja - 131225
201467
Leygardag 13. desember
Vikugesturin: Hetta kann eg ikki liva við
201465
Leygardag 13. desember
Vikan 13. desember 2025
201459
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424
Hósdag 11. desember
Veðrið
201388
Hósdag 11. desember
Christian Matras - hvat gat eg sagt (1:2)
201392