Hercules 265 stendur í ljósum loga

Hercules 265 stendur í ljósum loga
Amerikanska bjargingartænastan roynir triðja dagin á rað at temja eldin á oljupallinum Hercules 265 í Meksikoflógvanum. Eldur kom í eftir eina spreinging umborð á oljupallinum týskvøldið
Eldur er í Hercules 265 í Meksikoflógvanum.
 
25.07.2013 - 09:31

Hercules 265 er staddur umleið 100 km úr strondini í Louisiana. Enn er ógreitt, hvat elvdi til spreingingina.

Flogfør hjá umhvørvismyndugleikunum hava, sambært Los Angeles Times, flogið fleiri túrar kring oljupallin, og tað sæst, at náttúrugass lekur í havið. Á sjálvum oljupallinum er náttúrugassið eisini orsøkin til stóra eldsbrunan.

Gsslummi
Walter Oil & Gas Corp, úr Houston, Texas, eru í ferð við at flyta ein annað oljupall út hagar, brennandi Hercules 265 er staddur. Nýggi boripallurin skal bora sama holið, sum Hercules 265. Talan er um sonevndan gassluma (ein lítlan), og roknast kann við, at eldurin verður ikki sløktur næstur dagarnar. Hinvegin er lummin so lítil, verður sagt, at talan neyvan verður um eldsbruna í vikur og mánaðir.

Tey 11 starvsfólkini umborð á Hercules 265 sluppu av pallinum í øllum góðum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391