Landið og kommunur minni í skatti

Landið og kommunur minni í skatti
Landskassin hevur fingið 610 mió. kr. og kommunurnar 692 mió. kr. Eftirlønarskatturin er vaksin 17 mió. kr. í ár
Landskassin hevur fingið slakar 610 milliónir krónur í skatti, og hetta er eitt sindur minni enn fyrstu seks mánaðirnar í fjør.
 
01.07.2013 - 16:15

Bæði landið og kommunurnar hava fingið minni í skatti fyrra hálvár í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Tað vísir ein nýggj skattauppgerð hjá TAKS fyri fyrstu seks mánaðirnar í ár. 

Landskassin hevur fingið slakar 610 milliónir krónur í skatti, og hetta er eitt sindur minni enn fyrstu seks mánaðirnar í fjør. Skattainntøkan er tvær milliónir krónur minni, sum svarar til 0,34 %. Kommunurnar hava higartil í ár samanlagt fingið 692 milliónir krónur í skatti, og tað eru 10 milliónir krónur færri, ella 1,45 % minni enn sama tíðarskeið í fjør.

Stóru kommunurnar størri inntøku

AVstørru kommununum hava millum aðrar Klaksvíkar kommuna, Tvøroyrar kommuna, Sørvágs kommuna, Sunda kommuna, Vágs kommuna og Fuglafjarðar kommuna framgongd. 
 
Hinvegin hava eitt nú Runavíkar kommuna, Vestmanna kommuna, Eysturkommuna og Tórshavnar kommuna hava fingið minni inn í skatti fyrstu seks mánaðirnar í ár sammett við í sama tíðarskeið í fjør. Tórshavnar kommuna er millum kommunurnar, sum í ár hava lægri skattaprosent enn í fjør.

113 mió. í eftirlønarskatti

Fyrstu seks mánaðirnar í ár eru slakar 113 milliónir krónur komnar  í eftirlønarskatti og 19 milliónir í kirkjuskatti. Eftirlønarskatturin er væl hægri enn sama tíðarskeið í fjør, slakar 17 milliónir krónur meira. 
 
Eftirlønir, ið verða fluttar uttanlands, vórðu ikki skattaðar fyrra hálvár í fjør, og tí er neyðugt at taka fyrivarni við samanberingargrundarlagnum, tá ið tað snýr seg um eftirlønirnar.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391