spacer Hósdagur, 21. September 2017 
Tíðindi
Valbjørn Dalsgarð sagt øllum starvsfólkunum upp
     mánadagur, 11. april 2011 15.51 - Innland
Skriva Út  Send tíðindagrein 
Valbjørn Dalsgarð, byggimeistari, hevur sagt øllum starvsfólkunum upp, skrivar Dimmalætting.Valbjørn Dalsgarð sagt øllum starvsfólkunum upp

Fyritøkan hjá Valbirni Dalsgarð man verða best kend fyri bústaðarbyggingina á Kongavarða á Argjum, sum bæði hevur umfatað íbúðir og raðhús.

Sambært Dimmalætting hevur Eik Banki sagt upp samstarvið við byggifyritøkuna. Umleið 35 fólk hava starvast í fyritøkuni.

Ætlanin var at byggja tvey byggistig aftrat undir Kongavarða, men hvussu verður við teimum, er ógreitt í løtuni, skrivar blaðið.

Felagið hjá Valbirni Dalsgarð byggir eisini nýggjan barnaskúla millum Sankta Frans skúla og Viðarlundina í Havn.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, veit sambært Dimmalætting ikki at siga, hvussu verður við skúlabyggingini. Skúlin skuldi eftir ætlan standa liðugur, tá nýggja skúlaárið byrjar.
 
Beinleiðis sjónvarp 6
Copyright © 2006 Kringvarp Føroya - Webmaster

Processing time: 0,375 secs.