spacer Mánadagur, 25. September 2017 
Tíðindi
Almennir byggiharrar mugu vísa ábyrgd
     mánadagur, 28. mars 2011 15.22 - Annað
Skriva Út  Send tíðindagrein 
Sum so nógvar aðrar vinnur er ráðgevara- og byggivinnan í Føroyum ávirkað av minkandi virkseminum sum heild. Tað almenna hevur eina ábyrgd sum byggiharri at tryggja, at torføra støðan ikki gerst enn verri.Almennir byggiharrar mugu vísa ábyrgd

At seta fyritøkum órimuligar ella óneyðugar treytir í teimum byggiverkætlanum, har tað almenna ella almennar fyritøkur eru byggiharrar, tryggjar ikki r´ðgevra- og byggivinnuna. Tað sigur vinnuhúsið á heimasíðu sínari ´www.industry.fo´.

- Tað vísir seg sum almennir byggiharrar sum heild hava valt at taka til sín somu treytir og mannagongdir, sum verða nýttar uttanlands. Hetta er teirra egna val, og eingin kann forða teimum í tí, hóast tú í summum førum ivast í, hvussu hóskandi hesar eru til føroysk viðurskifti, har fyritøkurnar eru smáar og oftast ikki líka kapitalsterkar sum útlendskar fyritøkur, skrivar Vinnuhúsið.

- Vit hava tó eisini sæð dømi um, at treytir og mannagongdir verða kopieraðar, sum eisini í størri samfeløgum uttanlands verða skýrdar óneyðugar og órímuligar. Spurningurin er um almennu byggiharrarnir hava sett sjálvstýraran til, uttan at geva sær far um, hvussu lagda kósin ávirkar tær fyritøkur, sum virka her á landi.

Vinnuhúsið skrivar, at sum dømi um hetta hava feløgini hjá donsku ráðgevaravinnuni (FRI og Danske Ark) nýliga sent Vága Floghavn eitt skriv, har tey vegna allar sínar limir (bæði føroyskar og danskar) átala tær treytir, sum verða settar í s.v. útboðið av ráðgevarauppgávunum til útbyggingarnar.

- Nú virksemið er minkandi og kappingin millum ráðgevara- og byggifyritøkur er beinhørð, kann tað kanska verða freistandi í sambandi við útbjóðingar at seta fyritøkunum eyka treytir, sum kunnu tykjast at geva byggiharranum nakrar marginalar fyrimunir, bara tí tað ber til.

- Almennu byggiharrarnir mugu tó ikki gloyma, at við øktum valdi kemur eisini økt ábyrgd. Og skuldu teir gloymt tað, mugu vit vóna at vit hava nakrar vaknar politikarar, sum kunnu siga teimum, at tað er umráðandi at vit eisini í framtíðini hava so mikið av ráðgevara- og byggifyritøkum í Føroyum at vit framvegis hava eina virkna kapping, skrivr Vinnuhúsið millum annað.
 
Beinleiðis sjónvarp 6
Copyright © 2006 Kringvarp Føroya - Webmaster

Processing time: 0,844 secs.