JavaScript er sløkt ella ikki til taks á tínum kagara.
Hendan síðan hevur funkur, sum bert virka, um JavaScript er til taks og er tendrað.
spacer Mánadagur, 23. Oktober 2017 
Veðrið
9. juli 2010 kl. ??
Fjølmiðlarnir og borgarar í Føroyum fáa ikki innlit í skjølini í málinum um at seta aðalstjóra í Uttanríkiráðnum.

Útvarpið og eisini aðrir fjølmiðlar hava biðið um alment innlit í málið.

Tað er Løgmansskrivstovan, sum hevur setanarmálið um hendi. Svarið frá Løgmansskrivstovuni er, at innlit verður ikki latið í hetta setanarmálið.

Grundgevingin er, at málið snýr seg sum setan í starv ella flytan í hægri starv - og slík mál eru undantikin rættinum til innlit.

Nógvar atfinningar hava verið í sambandi við, at Herluf Sigvaldsson herfyri varð settur í starv sum aðalstjóri í uttanríkisráðnum.

Spurnartekin hevur millum annað verið sett við samansetingina av setanarnevndini, millum annað tí at skrivarin hjá Herluf Sigvaldsson var við í setanarnevndini.

Ein onnur atfinning hevur verið, at løgmaður eftir innstilling frá uttanríkisráðharranum valdi at seta Herluf Siggvaldsson í starv, hóast ein meiriluti í setanarnevndini ikki helt hann vera best skikkaðan til starvið og hevði innstillað hann sum nummar trý.

Men hvørji skriv eru í málinum og grundarlagið fyri setanini fáa borgarar og fjølmiðlar í Føroyum ikki innlit í, staðfestir altso Løgmansskrivstovan í dag.

Skráin
 Ongin sending er á skránni í løtuni. 
Set ÚF til tína byrjunarsíðu


Melda teg til RSS-feed av tíðindum hjá Útvarpinum!    Melda teg til Podcasting av tíðindum hjá Útvarpinum! Faroese News in English
Innanlands - Uttanlands - Ítróttur - Annað - Alt
 
Tíðindi
Ósemjan um hondbóltsdómararnar loyst
     hósdagur, 07. april 2011 16.01 - Ítróttur
Skriva Út  Send tíðindagrein 
Hondbóltskappingin í ár kann halda fram ótarnað. Ósemjan, sum var millum Hondbóltssambandið og dómararnar, er loyst.Ósemjan um hondbóltsdómararnar loyst
Pál Joensen aftur kvalifiserað seg til HM
     mánadagur, 04. april 2011 09.15 - Ítróttur
Skriva Út  Send tíðindagrein 
Pál Joensen aftur kvalifiserað seg til HMPál Joensen hevur enn einaferð kvalifiserað seg til HM í svimjing. Í gjár vann hann finaluna í 1500 m frí í Danish Open. Tað skrivar Suðuroyarportalurin.
B36 75 ár í dag
     mánadagur, 28. mars 2011 12.01 - Ítróttur
Skriva Út  Send tíðindagrein 
Í dag eru 75 ár liðin, síðani B36 varð sett á stovn. B36 hevur í mong ár verið eitt af okkara stóru fótbóltsfeløgum.B36 75 ár í dag
EB/Streymur vann stórsteypadystin móti HB
     mánadagur, 28. mars 2011 10.36 - Ítróttur
Skriva Út  Send tíðindagrein 
EB/Streymur vann stórsteypadystin móti HBEB/Streymur vann í gjár stórsteypadystin, sum er dysturin millum føroysmeistaran og steypavinnaran.
Mjølnir og ÍF vunnu flogbóltsfinalurnar
     mánadagur, 28. mars 2011 10.28 - Ítróttur
Skriva Út  Send tíðindagrein 
Mjølnir er føroyameistari í kvinnuflogbólti og ÍF er føroyameistari í mannsflogbólti.Mjølnir og ÍF vunnu flogbóltsfinalurnar
Helgi fekk javnleik ímóti russiskum meistara  22. mar. 2011 21.28
Wozniacki trygg á fyrstaplássinum  19. mar. 2011 10.02
Champions League: Manchester United ímóti Chelsea  18. mar. 2011 11.20
Sandavágs Talvfelag skrivaði søgu  12. mar. 2011 18.15
Bara ungdómsfótbóltur á Sevmýri  09. mar. 2011 16.00
Tórður Thomsen skal verja málið hjá landsliðnum   02. mar. 2011 16.35
Nú er øll starvsnevndin í FSF skift út  27. feb. 2011 15.10
Caroline Wozniacki vann í Dubai  20. feb. 2011 17.58
Føroyingur heimsmeistari í innanduraróðri  20. feb. 2011 17.44
Fimm mans kappast um tríggar sessir í FSF  17. feb. 2011 10.14
 
Beinleiðis sjónvarp 6

Copyright © 2006 Kringvarp Føroya - Webmaster

Processing time: 1,297 secs.